Tíðliga í síðstu viku kom fram, at Peter Foldgast og EB/Streymur steðgaðu samstarvinum, eftir at danin varð lagdur undir skurð, og skuldi hava drúgva tíð at koma fyri seg. Nú hevur felagsliðið eisini steðgað samstarvinum við ein annan áleypara. Marcell Balog er farin heim til Ungarn. 19 ára gamli Marcell hevur ikki spælt tað stóra. Tá flytingarvindeyga var opið í summar ljóðaði, at hann var á veg til NSÍ, men hetta skiftið var av ongum. Seinastu tíðina hevur Marcell Balog ikki spælt orsaka av onkrum smáskaða, og nú hann er farin av landinum, kemur hann ikki at spæla meiri fyri felagsliðið.