Maratonlegenda komin til Føroya

Ein stór legenda innan olympiska og altjóða renning er komin til Føroya. Talan er um Ron Hill, sum tók lut á olympisku summarleikunum í Tokyo í 1964, Mexico býi í 1968, og í Munchen í 1972. Ron Hill setti heimsmet í heilum maraton í 1970, tá hann, sum annar persónurin í heimssøguni rann fult maraton undir 2 tímar og 10 minuttir. Ron Hill varð fyrsti bretin, sum rann maratonteinin undir 2 tímar og 10 minuttir. 69 ára gamla rennilegendan hevur runnið hvønn dag í skjótt 44 ár. Hetta hevur hann gjørt líka síðani 21. desember í 1964. Nú er hann so komin til Føroya, og gevur rennilegendan okkum tann stóra heiður og æru, at vit gerast land nr. 100, sum hann rennur 1/2 maraton í.