Bólkarnir sum luttaka umboða alla breiddina innan kristnan tónleik í Føroyum, og eru teir hesir: Proclaim, Holygans, Heini Lutzen, Purpur, Mush Mellows, Braquet, I Am og Direct level, umframt hetta verða eisini dansiframførslur og lovsangur.
Fyrireikarar eru ADORE MUSIC, sum hevur fyrireikað fleiri tiltøk av tílíkum slag seinastu árini, m. a. kann nevnast konsertin við svenska rockbólkinum, Narnia sum var sera væleydnað.
Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at boða gleðiboðskapin á henda hátt, og harnæst at savna tann kristna tónleikin í Føroyum til eitt felags tiltak.
- Øll eru hjartaliga væl-komin til tiltakið, sum kostar 100 kr, siga fyrireikararnir.
Roknað verður við góðari undirtøku og at høvi verður nýtt til at stuðla føroyskum kristiligum tónleiki á hendan hátt, siga tey í Adore Music.