Maradona vil verða landsliðsvenjari

Fótbóltslegendan Diego Armando Maradona bjóðar seg nú fram sum landsliðsvenjari í Argentina.
- Jú, eg umhugsi møguleikan fyri at venja eitt landslið, men tað er ikki nakað, sum vit skulu tosa um so stutt áðrenn HM. Tað liggur longri frammi í tíðini, sigur Maradon sambært BT.
Argentina er ein av favorittunum til HM-endaspælið í Týsklandi í summar, og skuldi tað hent, at venjarin ær leikbann fyri ljóta viðmerking
Brasilski venjarin Vanderley Luxemburgo, sum áður hevur vant Real Madrid og brasilska landsliðið, stendur nú til at fáa eitt longri leikbann fyri eina ljóta viðmerking. Tað var eftir dystinum hjá Santos ímóti Sao Paulo, har liðið hjá Luxemburgo tapti, at hann kallaði dómaran fyri samkyndan.
- Dómarin hugdi eftir mær alla tíðina. Eg veit ikki, um hann er forliptur ímær, men eg eri ikki samkyndur, segði Luxemburgo eftir tapið hjá sínum liði.
Brasilski ítróttardómstólurin hevur tikið málið upp, og roknað verður við, at Luxemburgo fær eitt longri leikbann fyri sína viðmerking.  José Pekerman leiddi Argentina til HM-gull, so kann dreymurin hjá Maradona liggja langt burturi.
- Eg kundi verið ein møguleiki til ungdómsliðini ella sum samskipari, sigur Maradona.