Maradona umhugsar at gevast

Tað er enn ógreitt, um Diego Maradona heldur fram sum landsliðsvenjari hjá Argentina, eftir 4-0 tapið fyri Týsklandi í fjórðingsfinaluni. - Eg gevist møguliga í morgin, men mær hevði dámt um leikararnir hildu áfram at vísa orduligan argentinskan fótbólt, eins og tað vit vístu her, segði Diego Maradona eftir dystin í gjár.

Diego Maradona hevur gjørt seg sermerktan til hetta HM, við nógvum heldur annarleiðis framførslum fyri miðlinum. Eitt nú undan dystinum ímóti Týsklandi, tá Diego Maradona reisti seg og fór av einum tíðindafundi, tí hann ikki kendist við týska landsliðsleikarin, Thomas Muller.

- Eg havi ikki hugsa um framtíðina enn, men eg má eisini tosa við familjuna, sigur Diego Maradona.

Diego Maradona legði eisini eftir Bastian Schweinsteiger í eini samrøðu við Fox Sport, men tað endaði alt við, at Thomas Muller og Bastian Schweinsteiger endaðu omaná. Millum annað skoraði Thomas Muller longu eftir tríggjar minuttir í dystinum ímóti Argentina.

- Hetta er tann torførasta løtan í mínum lívið og eg kann bara samanbera hesa løtuna við løtuna, tá eg gavst at spæla fótbólt. Vit hava so nógvar góðar fótbóltsspælarar, so hetta var eitt ordans spark yvir skinnabeini. Eg havi ikki orku til nakað í løtuni, sigur ein vónbrotin Diego Maradona.