Argentina rendi seg aftur í eitt vónbrot, tá liðið hjá Maradona tapti 1-0 á útivølli móti Paraguay. Argentina hevur havt tað sera trupult seinastu tíðina, og heldur ikki setanin av størstu fótbóltslegenduni í landinum tykist hava bøtt um hetta. Paraguay vann seg við sigrinum til HM-endaspælið, meðan Argentina í komandi dystunum móti Peru (heima) og Uruguay (úti) skal royna at toga seg upp aftur á fjórða plássið í suðuramerikanska undankappingarbólkinum.