Tað hevur leingi ligið í luftini, men nú er tað endaliga staðfest og almannakunngjørt. Diego Maradona skal vera landsliðsvenjari hjá heimlandi sínum, Argentina. Hetta bleiv almannakunngjørt á tíðindafundi seinnapartin.
48 ára gamli Maradona tekur við starvinum eftir Alfio Basile, sum segði seg úr starvinum eftir 0-1-tap fyri Kili í oktober.










