Diego Maradona og Argentina hava ikki vunnið HM síðani 1986. Teir vóru aftur í finaluni í 1990, men taptu fyri Týsklandi.
- Um vit vinna HM, so renni eg nakin til Buenos Aires, sigur Maradona.
Diego Maradona hevur verið fyri nógvum ákoyringum síðani hann tók við sum landsliðsvenjari seint í 2008.
Maradona og hansara menn vunnu 5-0 á Kanada mánakvøldið í seinasta venjingardystinum áðrenn ferðin til Suður Afrika byrjar. Stóra stjørnan á liðnum, Lionel Messi, var ikki á vøllinum, tí Maradona vildi tryggja sær at hann ikki bleiv skaddur.
Argentina er í bólki B saman við Grikkaland, Nigeria og Suður Korea. Fyrsti dysturin hjá Argentina í HM er 15. juni ímóti Nigeria.