Maradona bannaður í tveir mánaðir

Argentinski landsliðsvenjarin, Diego Maradona hevur fingið bann frá øllum fótbóltsvirksemi í tveir mánaðir. Maradona fær leikbannið aftaná grovu viðmerkingarnar, aftaná 1-0 sigurin hjá Argentina ímóti Uruguay í oktober. Tað var hesin sigurin, sum gjørdi, at tað eydnaðist Argentina vinna eitt pláss í HM-endaspælinum, sum verður í Suðurafrika komandi ár.

 

Á einum tíðindafundi, sum var vístur beinleiðis í argentinskum sjónvarpi, var Maradona ógvuliga grovur ímóti teimum tíðindafólkunum, sum hava verið kritisk ímóti honum.

 

Bannið merkir, at Maradona sleppur ikki við til bólkalutakastið, sum verður í Cape Town tann 4. desember. Tað liggur eisini á breddanum, at Argentina skal spæla venjingardyst ímóti Kekkia tann 16. desember. Tá sleppur Maradona ikki at standa á odda fyri argentinska liðnum.

 

Maradona, sum var til eina hoyring á FIFA-skrivstovuni í tríggjar tímar, fekk eina bót uppá, sum svar til eina upphædd, sum liggur um tær 135.000 krónur.

 

FIFA sigur í einum almennum úttalilsi, at felagsskapurin fegnast um, at Maradona angrar tað, sum hann segði á tíðindafundinum í Uruguay. Men FIFA leggur herðslu á, at endurtekur slíkt seg, so verður revsingin munandi harðari næstu ferð.