Seinastu vikurnar hava verið ein dupultur niðurtúrur hjá týska landsliðsmálverjanum, Manuel Neuer.
Fyrst reyk hann saman við týska landsliðnum úr HM-endaspælinum longu í bólkaspælinum.
Komin heim vildi Manuel Neuer, ið eisini er málverji hjá týska stórliðnum, Bayern München brúka nakrar frídagar til at aðka á skíðum í alpunum.
Tað spældi illa av, og Manuel Neuer endaði á sjúkrahúsinum aftaná eitt brot í høgra beinið.
Á instagramkontu sínari skrivar Manuel Neuer, at skurðviðgerðin eydnaðist væl, men skaðin merkir, at hann verður ikki tøkur at tørna út fyri Bayern München aftur hetta kappingarárið.