Mansstevna í Badmintonhøllini

Leygardagin 24. oktober kl. 14 verður temadagur fyri menn í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Millum luttakararnar verða tríggir trúboðarar: Óli á Grømma, Sonni Poulsen og Jógvan Júst Rasmussen. Sangbólkurin Vitin og manskór fara at syngja, eins og góður felagssangur verður. Stevnan er fyri allar menn og er ókeypis. Ikki er neyðugt við tilmelding. Tað er samkoman Betesda í Klaksvík, sum skipar fyri stevnuni.