Manslega í Nesvík

150 menn hugna sær á legu í Nesvík. Húsið er fullt – so fullt, at onkrir teirra sova heima, men møta so upp snimma á morgni og fara til hús aftur seint á kvøldi.

 

Legan, sum hevur heitið modernaði maðurin, byrjaði í gjár og endar sunnudagin, tá ið farið verður til Guðstænasta við sangi og altargongd í kirkjuni í Hósvík 11.00, við Hanusi á Gørðum, presti. Eftir tað verður tó boðið tin ein góðan døgurðabita.

 

Fyrilestur, sangur, bíbiltímar, hugnaløta, gongutúrur, frásagnir, fótbóltur, festkvøld við góðum mati o.m.m. stendur í drúgvu skránni fyri leguna.

 

Tá ið vit vóru framvið við myndatólinum, vóru flestu menninir í fjøllunum og gingu. Onkur hevði gingið til Tjørnuvíkar, meðan aðrir høvdu koyrt til Gjáar og so gingið har um vegir.

 

Tá ið farið varð til borðið varð sungið úr einum hefti, sum var gjørt til endamálið og løgdu teir fyri við at syngja, Eg siti so eina – tó tyktust allir teir modernaðu menninir at njóta løtuna, hóast teir vóru í einingi í Nesvík. Teir sungu av lívsins kreftum og høvdu sera gott undirspæl av nógvum ymiskum ljóðførum.

 

Skemtiligir vóru teir eisini. Kristian Martin Petersen úr Fuglafjørður, sum er rættiliga hittinorðaður, var eina av fyrilsetrarhaldarunum og hann byrjar sjálvdan ein fyrilestur uttan tú fyrst sleppur at hála í smílibonini og so var eisini her.

 

Tann modernaði maðurin hevur nógv at taka støðu til og umráðandi er tí at raðfesta sín gerandisdag væl millum arbeiðs- og frítíðarlív. Bæði eru umráðandi táttir, men neyðugt er at velja og raðfesta rætt og skilagott, var ein av mongurm boðskalpunum á leguni.

 

Bert í køkinum sóðust nakrar damur, sum eru kendar fyri at gera heimsins besat mat. Í kvøld fingu meninir serliga góðan mat, tí “Festkvøld við góðum mati”, stóð á skránni. Fiskarættur var til forrætt, oksasteik til høvuðsrætt og so ein yvirdimensióneraður kassimunnur omaná við øllum tí góða, sum har tilhoyrur.

 

Jú, menninir í Nesvík hava tað gott og líða onga neyð. Vil tú tær sjálvum væl, so er bara at skriva teg upp eina aðra ferð, er greiði boðskapurin.

 

Manslegan verður í døgunum 6.-8. september 2013 í Leguhúsinum í Nesvík. Tema á leguni verður "modernaði maðurin".

 http://billetto.dk/manslegan <http://billetto.dk/manslegan> ,

http://nesvik.fo/node/31 <http://nesvik.fo/node/31>
 
Skrá:
Fríggjadagin 6. september
18.00 Koma og innkvartering

19.00 Nátturði
20.30 Vælkomin og samansjóðing
22.00 1. fyrilestur/bíbiltími:
Evni: Virðing (Virða hvønn annan sum menn í tí “modernaða” samfelagnum)
v/Jonleif Danielsen, Runavík
24.00 Góð máltíð
 
Leygardagur 7. september
08.00 Morgunmatur
09.00 Andakt og bønarløta
10.00 2. fyrilestur/bíbiltími:
Evni: Raðfesting (Hvussu raðfesta vit sum menn) v/Kristian Martin Petersen, Fuglafjørður
12.00 Frokost
13.30 3. fyrilestur/bíbiltími:
Evni: Maður vís ábyrgd v/Øssur Kjølbro, Kalksvík
15.00 Ymiskir aktivitetir so sum:

· Gongutúrur
· Frásagnir
· Fótbóltur
· Jamma í Nesvík
18.00 Festkvøld við góðum mati, felagssangi og undirhaldi. Kristian Martin Petersen skipar fyri.
21.00 Spennandi sangframførsla við sangbólkinum High5.
22.00 Sang og vitniløta, ið Gullak Hansen, trúboðari, skipar fyri
 
Sunnudagur 8. september
09.00 Morgunmatur
09.30 Andakt og bønarløta
11.00 Guðstænasta við sangi og altargongd í kirkjuni í Hósvík, við Hanusi á Gørðum, presti.
13.00 Døgurði
14.30 Vit rudda og takka fyri

Orð og myndir: Dávur Winther

 

Fleiri myndir síggjast í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER