Manslandsliðið til Norðurmakedónia í mars

FSF hevur fingið avtalu í lag við norðurmakedónska fótbóltssambandið, at Norðurmakedónia og Føroyar spæla venjingardyst í Skopje mánadagin 27. mars, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum

Todor Proeski National Stadion í Skopje verður mánadagin 27. mars karmur um venjingardyst millum Norðurmakedónia og Føroyar

FSF hevur fingið avtalu í lag við norðurmakedónska fótbóltssambandið, at Norðurmakedónia og Føroyar spæla venjingardyst í Skopje mánadagin 27. mars, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 

Tá A-landsliðið við monnum megnaði at fáa javnleik 1-1 í venjingardysti móti Kosovo í november mánað í fjør, var talan um altjóða skrásettan A-landsdyst nummar 228, síðan Føroyar í 1988 fingu limaskap í UEFA og FIFA.

 

Hesi 35 árini hevur føroyska manslandsliðið spælt móti 47 av teimum 55 londunum, sum í dag eru limir í evropeisku fótbóltssamgonguni. Harafturat hava vit eisini møtt Kekkoslovakia, Jugoslavia og Kanada, sum Føroyar spældi tveir venjingardystir móti í apríl í 1989.

 

Og nú er greitt, at í mars mánað í ár kemur eitt nýtt land á listan yvir føroysk mótstøðulond. FSF hevur nevniliga fingið avtalu í lag við Norðurmakedónia, at A-landsliðið við monnum spælir venjingardyst í Skopje mánadagin 27. mars klokkan 17:00, føroyska tíð. Dysturin verður á Todor Proeski National Stadion í norðurmakedónska høvuðsstaðnum.

 

Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er Norðurmakedónia nummar 65, meðan Føroyar eru nummar 123 av teimum 211 limalondunum.

 

Håkan Ericson og hansara menn byrja annars landsliðsárið 2023 á útivølli móti Moldova fríggjadagin 24. mars, tá fyrsti dysturin í undankappingini til EM 2024 er á skránni.

 

Í komandi EM-undankapping eru Føroyar í bólki E, saman við Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova. Her er vert at nevna, at Føroyar ongantíð áður hava roynt seg í A-landsdysti móti Albania.

 

Dystaskráin 2023:

 

24. mars Moldova – Føroyar

 

27. mars Norðurmakedónia – Føroyar

 

17. juni Føroyar – Kekkia

 

20. juni Føroyar – Albania

 

7. sept. Pólland – Føroyar

 

10. sept. Føroyar – Moldova

 

12. okt. Føroyar – Pólland

 

15. okt. Kekkia – Føroyar

 

20. nov. Albania – Føroyar

 

Todor Proeski National Stadion í Skopje verður mánadagin 27. mars karmur um venjingardyst millum Norðurmakedónia og Føroyar