Nú er greitt hvussu A-landsliðið við monnum verður mannað til triðja og síðsta EM-undankappingarumfarið í hondbólti. Hópurin varð kunngjørdur á tíðindafundi í høvuðssætinum hjá BankNordik fyri løtu síðan.
Tveir nýggir mans eru í hópinum. Tórður Guttesen, ið varð kosin ársins málverji í Føroyum farna kappingarár, er úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni. Hilmar Leon Jakobsen, ið hevur verið darvaður av skaða í longri tíð, er eisini úttikin. Hann hevur bara verið á A-landsliðnum einaferð áður, sum var til HM-undankapping í Italia fyri hálvumtriðja ári síðani.
Manslandsliðið skal spæla móti Montenegro í Farum 13. juni og móti Danmark í Aalborg 16. juni. Føroyar spældu javnleik, 24-24, móti Montenegro í fyrra dystinum teirra millum. Í fyrra dystinum móti donsku heimsmeistarunum, taptu Føroyar við 15 málum.
Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, hava úttikið 16 leikarar til uppgávurnar.
Landsliðshópurin:
Málverjar:
Tórður Guttesen, Kyndil
Nicholas Satchwell, Neistin
Spæliskiparar:
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Tróndur Kragesteen, Neistin
Strikuspælarar:
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI
Bakspælarar:
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Hilmar Leon Jacobsen, H71
Vongspælarar:
Allan Norðberg, KA Akureyri
Nicklas Selvig, Stavanger IF
Rói Berg Hansen, FIF
Verjuspælarar:
Brandur Halgirsson