Landsliðsvenjararnir í flogbólti, danin Jesper Brix og Klæmint Isaksen, hava nú valt út teir tólv leikararnir, sum skulu manna oyggjaleikalandsliðið. Síðani desember 1997 hava 22 mans vant við einum bruttohópi, men nú er so tíggju teirra sílaðir frá. Seinastu oyggjaleikirnir, sum vóru á Jersey í 1997, vóru teir vánaligastu nakratníð hjá føroyska manslandsliðnum í flogbólti, tí tá gjørdust Føroyar nummar fimm, eftir at teir øll hini árini hava verið millum trý tey fremstu liðini. Í ár er málið hjá landsliðnum aftur at koma millum liðini, ið vinna sær heiðursmerki á oyggjaleikunum á Gotlandi í summar.
Tveir úr Danmark
Av teimum tólv leikarunum, sum manna nýggja oyggjaleikalandsliðið í flogbólti, eru tað tveir, sum til dagligt eru búsitandi niðri og spæla flogbólt har. Tað eru Bárður Mikkelsen, sum til dagligt leikar við Fortuna Odense, og so Heini Weihe, sum spælir við føroyska liðnum ÍF Føroyar í Keypmannahavn.
Teir tólv leikararnir eru hesir: Úr ÍF: Suni Hansen, Pól Guðmundsson og Kenneth Neshamar. Úr Fram: Ingvard Eirikson, Rúni Weihe, Sigmund av Teigum og Ragnar Petersen. Úr Fleyr: Klæmint Isaksen og Jan Hentze. Úr SÍ: Jón Nielsen. Úr Fortuna Odense: Bárður Mikkelsen, og úr ÍF Føroyar: Heini Weihe.