Manskvartettin Út í Vorið vitjar í Føroyum

-

Henda íslendska manskvartett var stovnað á heysti 1992. Allir limirnir hava fyrr sungið í ymsum kórum og onkur hevur eisini gingið á »Söngskólinn í Reykjavík«. Tíðliga í 1993 bleiv Bjarni Þór Jónatansson knýttur at kvartettini, sum arrangørur og dirigentur.

Út í vorið syngur fyri tað mesta traditionellar sangir fyri mansrøddir. Sangirnir eru væl umtóktir í Íslandi - og eisini í Føroyum. Eisini hava teir sungið nýggjari arrangemang.

Út í vorið hevur havt konsertir um alt Ísland. Haraftrat hava teir verið á konsertferðum í Onglandi í 1994 og í Hollandi 1996. Síðsta ár góvu teir eisini eina fløgu út.

Út í vorið fer at hava tvær konsertir í Føroyum: Tann fyrra verður í Atlantis í Klaksvík hósdagin 8. juli, kl. 19.30. Og tann seinna verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 9. juli, kl. 19.30.