Mansfinalan stendur millum Neistan og Kyndil.
Seinast tey bæði liðini spældu finalu, var í 2000, og ta ferðina eydnaðist Kyndli at vinna.
Í dag er Neistin tó favorittur á pappírinum. Teir hava staðið seg nógv betur í landskappingini, og hartil má Kyndil standa seg uttan Høgna Klein, sum breyt hondina, tá Kyndil spældi seg í finaluna við hálvfinalusigri á StÍF.
Hinvegin hevur Kyndil styrkt sær um hópin av Hjalta M. Jacobsen, sum eisini kann taka eitt tørn á miðplássinum.