Mansdysturin endaði við javnleiki

FTZ-deildin: Tríggir dystir eru spældir í bestu mansdeildini í dag

Tríggir dystir eru spældir í FTZ-deildini í dag. Í Vestmanna brustu VÍF og Kyndil saman, á Skála var dystur ímillum StÍF og KÍF og í Klaksvík tók Team Klaksvík ímóti Neistanum.

 

Í kvinnudystinum, sum varð spældur ímillum VÍF og Kyndil í dag, vann Kyndil við heili 14 málum. Í mansdystinum ímillum hesi lið var tó ongin munur, tí at dysturin endaði við javnleiki. Eftir hálvleiksstøðuna 17-16 til VÍF endaði dysturin 31-31.

 

Á Skála var KÍF betra liðið og vann ímóti StÍF. Í fyrra hálvleiki var greiður munur ímillum liðini, tí at KÍF var á odda 19-13 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki megnaði StÍF at hála nøkur mál inn, men endaliga úrslitið gjørdist 33-30 til KÍF.

 

Í Klaksvík var stórur munur á liðunum báðum. Neistin vann sannførandi sigur - 26-19. Hálvleiksstøðan var 14-8 til Neistan.

 

Stigatalvan í FTZ-deildini er hendan:

 

1. H71 17 stig

2. VÍF 15 stig

3. Kyndil 15 stig

4. KÍF 12 stig

5. Neistin 10 stig

6. StÍF 8 stig

7. Team Klaksvík 1 stig 

 

Málskjúttarnir í dystunum vóru hesir:

 

VÍF-Kyndil 31-31 (17-16)

 

VÍF: Filip Jojic 12, Julian Olsen 7, Jugoslav Djumic 4, Sjúrður Olsen 3, Rúni Joensen 3 og Bjarti Hansen 2.

 

Kyndil: Josef Abrahamsen 6, Hjalti Mohr Jacobsen 6, David Edvardsen 5, Rógvi Dal Christiansen 4, Hørður Fannar Sigtórsson 2, Bartal Klein Olsen 2, Tummas Pauli Hanusarson 2, Høgni Klein Olsen 1, Niels Viggo Niclasen 1, Hans Áki Dal Christiansen 1 og Kristoffur Kristoffersen 1.

 

StÍF-KÍF 30-33 (13-19)

 

StÍF: Sveinur Justinussen 9, Allan Norðberg 9, Pætur Johansen 4, Teitur Nilssen 3, Borgar Persson 2, Jógvan Gregersen 2 og Pætur Joensen 1.

 

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 12, Teitur Joensen 5, Rúni Joensen 5, Andrias Nielsen 3, Fríði Weyhe 3, Ási Dam 3, Jákup Trygvason 1 og Rógvi Weyhe 1.

 

Team Klaksvík-Neistin 19-26 (8-14)

 

Team Klaksvík: Finnur Hansson 9, Henrik Justesen 5, Jacob Knudsen 3, Jens Pauli Mohr 1 og Birgir Poulsen 1.

 

Neistin: Christopher L. Moe 7, Andras Joensen 6, Rói Berg Hansen 4, Terji Mørk 4, Jónsvein Dulavík 3, Hjalti í Jákupsstovu 1 og Torkil Hentze 1.