Í seinastu viku vitjaði Victoria Wild í Suðuroynni, og fyrsta vikuskiftið í november fáa kvinnurnar í Suðuroynni eisini okkurt gott til eyga.
Tað er nevniliga soleiðis, at Danmarksmeistarin í erotiskum dansi, Daniel, vitjar í Suðuroynni í næstum.
Tað sær út til, at stripping ger um seg í Føroyum. Tað, sum áður einans var at síggja á Ólavsøku, fær nú innivist fleiri ferðir um árið í diskotekunum kring landið.
Haraftrat verður ein mannligur tænari, sum serverar toppleysur fyri kvinnunum.
Fyrireikarar siga, at tað eru einans kvinnurnar, sum sleppa inn áðrenn kl. 01:00, tá ið menninir eisini sleppa innum dyrnar.
Tiltakið er sostatt eitt Ladys Night, sum leggur upp til fleiri góð tilboð til kvinnurnar, umframt stripparan og toppleysa tænaran. Tiltakið verður á Seglloftinum á Tvøroyri 5. November, og tað byrjar kl. 23.30.










