Mannligur strippari í Klaksvík

Fríggjakvøldið 16. september er ladies night í Club 700, har Mr. Daniele Catarinangeli kemur at vísa síni hálvnaknu kynstur, og til tær, ið tora, so er møguleiki at fáa body tequila, siga fyrireikarar.

 

Vit hoyra mangan um kvinnur, sum koma til Føroya at lata seg úr í náttklubbum kring landið. Nú er tíðin komin til, at kvinnurnar fáa okkurt gott fyri eyga.

 

Tattoo Vár Egholm verður eisini til staðar, um tað er onkur, sum ynskir sær eina tattovering hetta kvøldið.

 

Eisini verður ein DJ tónleikur at hoyra hjá kvinnunum, sum verða einsamallar til kl. 03:00, tá ið menninir fáa atgongd.