Mannligu stjórarnir tjena meira

Av teimum sjey stjórunum í almennum partafeløgum, ið tjena meira enn eina millión, eru fimm teirra mannfólk

Hóast javnstøða valdar í talinum av stjórum í almennum partafeløgum, so staðfestir yvirlitið yvir samsýningar til stjórar í almennu partafeløgunum, ið til ber at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum, at tað enn er langt á mál, áðrenn lønarmunurin millum kynini hvørvur.


Av teimum ellivu stjórunum í almennu partafeløgunum eru seks menn og fimm kvinnur, men tá hugt verður eftir teimum sjey stjórunum, ið tjena yvir eina millión um árið, so eru fimm teirra mannfólk. Einasti mannligi stjórin, ið ikki tjenar yvir eina millión um árið, er Uni Danielsen, ið er stjóri í bæði P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin.


Av teimum fimm kvinnunum á listanum eru einans Jóhanna á Bergi, stjóri í P/F Atlantic Airways, og Ulla Joensen, stjóri í P/F Elektron, ið tjena yvir eina millión, meðan Gudny Langaard, stjóri í P/F Vága Floghavn, Guðrið Højgaard, stjóri í P/F Visit Faroe Islands, og Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í P/F Fiskaaling, tjena millum 671.000 og 828.000 krónur um árið.