Fyri fyrstu ferð síðani byin.fo byrjaði, verður tað mannfólka stripparar at síggja í Eclipse á Ólavsøku Fleiri ár hava tað verið hálvnaknar damur at síggja í Eclipse, men í ár verður øðrvísi.
Tað verða nevniliga bæði mannfólka og konufólka stripparar at síggja í Eclipse á Ólavsøku, og verður tað bæði 28. Juli og 29. Juli.
Tað eru tey bæði Rubia og Bino, ið standa fyri undirhaldinum hesi kvøldini.
-Tað eru fleiri kvinnur, ið hava ynskt at fáa mannfólka stripparar heim til Føroya, og tað valdu vit so at gera, sigur Rúni Djurhuus, ein av eigarunum av byin.fo.