Manningin tikin av norskum línuskipi

Ein tyrla hevur tikið manningina av norska línuskipinum Kamaro í ódnarveðri góðar 20 fjórðingar vestur úr Sørøya í Finnmørkini.

Kamaro fekk trupulleikar við Bjarnoynna mikudagin, og sjóverjuskipið Harstad var í ferð við at toga skipið til lands, men fyrrapartin var veðrið so ringt, at avgjørt varð at taka teir 14 menninar av línuskipinum. Ein tyrla varð send avstað, og stutt eftir middag bleiv tann fyrsti maðurin tikin av skipinum.

Umborð á Harstad siga teir, at aldan er umleið 14 metrar høg, og at tað tí tekur sera dúgva tíð at toga Kamaro ímóti landi.