Manningin á Smyrli má senda brævatkvøður

Suðuroyingarnir, sum arbeiða umborð á Smyrli, mugu seta krossin umvegis brævatkvøðu.

Tá valið fellur ein týsdag hevur tað ávirkan á, hvussu suðuroyingar, sum arbeiða umborð á Smyrli, kunnu greiða sína atkvøðu. 

 

Smyrli liggur stutt at kei á Tvøroyri og tí eru stundir ikki til at greiða atkvøðu á valstaðnum.

 

Hanna Nielsen arbeiði í kioskini umborð á Smyrli og fyri hana hevur tað týdning at vera við hús valkvøldið. Men atkvøðuna mátti hon greiða áðrenn hon fór til arbeiðis í morgun. 

 

Støðan hjá starvsfólki umborð á Smyrli, sum eru norðanfjørðs er øðrvísi, tí Smyril liggur longri á kei í Havn og tí náa hesi at greiða atkvøðu á valstaðnum.