Manningin siglir ikki við »føroyskum skipi«

? men við útlendskum skipi, tí at skipið verður ikki nýtt til tey endamál, sum eru treytin fyri at rokna tey sum skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, men verða leigað út aftur til annað hálendskt felag, svarar fíggjarmálaráðharrin millum annað Katrini Dahl Jakobsen

Tað var Katrin Dahl Jakobsen sum setti fíggjarmálaráðharranum 5 spurningar viðvíkjandi útisiglandi sjómonnum, og vildi Katrin Dahl Jakobsen m.a. hava at vita um skattlig viðurskifti hjá útisiglandi sjómonnum og eisini vildi hon hava at vita, um landsstýrismaðurin fór at virka fyri, at hesir sjómenn verða rættvíst viðfarnar.

Í svarinum, sigur Karsten Hansen m.a., at tað her snýr seg um hálendskt móðurfelag, sum stovnar eitt dótturfelag, smápartafelag, í Føroyum, t.v.s., at hálend-ska móðurfelagið eigur all-an partapeningin í føroyska dótturfelagnum. Hálendska felagið eigur fleiri skip, sum verða nýtt í frálandsvinnuni sum hjálpiskip hjá m.a. boripallum í Norðsjónum. Hálendska felagið leigar so hesi skip til føroyska felagið upp á sokallaðar bare-boat treytir, sum merkir, at føroyska felagið leigar skipini uttan manning, og mannar so sjálvt skipini, einamest við føroyingum.

? Um søgan endaði her, so var áskoðan skattavaldsins, at skipini vóru fevnd av reglunum sum sigur, at skipini verða javnmett við skip, skrásett í Føroyum, og at føroysk manning tí var fult skattskyldug, og útlendingar avmarkað skattskyldugir av hýruni umborð. Hetta var fyrsta tulkingin, og skal viðmerkjast, at hetta er áður enn serreglurnar í §§ 25a og 25b í skattalógini komu inn í myndina.


Afturborið 28%

? Til og við 1997 var so støðan tann, at manningin varð skattað eftir reglunum í skattalógini, og reiðarin, sum er føroyska dótturfelagið, fekk afturborið 28% av hýruni samb. § 63a í skattalógini.

? Tann 1. januar 1998 koma reglurnar í §§ 25a og 25b í gildi, og nú verður munur á, um manningin er við einum skipi, sum verður javnmett við skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, ella er við einum útlendskum skipi. Um manningin er við einum útlendskum skipi, er hon fevnd av reglunum í § 25b og er munandi lagaligari skattað, enn um hon er við einum skipi, sum verður javnmett við skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, og har manningin verður skattað samb. reglunum í § 25a í skattalógini, t.v.s, at teir verða skattaðir av 85% av bruttohýruni.

? Harafturat er so støðan tann, at um tað ikki snýr seg um skip, sum verður javnmett við skip, skrásett í Føroyum, so eigur reiðaríið, t.v.s. felagið í Føroyum, ikki rætt til afturberingina upp á 28% av bruttohýruni samb. § 63a.


Støðan ein onnur

? Seinri kemur undan kavi, at í veruleikanum eru skipini fyrst bare-boat leigað til føroyska felagið fyri eitt ávíst áramál, vanliga fýra ár, men so leigar føroyska felagið skipini út aftur upp á sokallaðar timecharter treytir til eitt annað dótturfelag hjá hesum fyrra hálendska móðurfelagnum, t.v.s. til eitt systurfelag fyri júst sama áramál, sum føroyska felagið hevði leigað skipið til Føroyar. Tá soleiðis er, og tá § 2, 1. stk. j) í skattalógini setir sum treyt fyri, at skipið, sum er bare-boat leigað til føroyska felagið, kann verða javnmett við skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, skal tað nýtast til ferðafólka og/ella farmaflutning.

? Nú er støðan ein onnur, tí nú siglir manningin ikki við »føroyskum skipi«, men við útlendskum skipi, tí at skipið verður ikki nýtt til tey endamál, sum eru treytin fyri at rokna tey sum skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, men verða leigað út aftur til annað hálendskt felag, og skulu teir tí skattast eftir reglunum í § 25b, har frádráttirnir í inntøkuni eru munandi størri enn tey 15%, sum eru galdandi fyri manning á føroyskum skipi.

? Skattavaldið kannar sjálvsagt viðurskiftini í sambandi við, um skipið verður nýtt til ferðafólka og/ella farmaflutning, nágreiniliga, og verður niðurstøðan tann, at ásannast má, at so er ikki, og tí eigur manningin at verða skattað sambært § 25b í skattalógini, og skal reiðaríið ikki hava afturbering av parti av skattinum. Harumframt hendir so eisini tað, at eingin heimild er at skatta útlendska manning umborð á hesum skipum, svarar Karsten Hansen millum annað Katrini Dahl Jakobsen.