Manningin send heim við 270 krónum

- Hetta er mannminkandi til eina ferð, sum varir í 36 tímar, heldur Annfinnur Garðalíð, sum hevur fylgt væl við Anitu-málinum.

- Av tí, at Anita ikki slapp til fiskiskap eftir sjóforhoyrið, varð manning­in send av landinum við flogfari tann 12. mars 2014. Til ferðina heim fingu teir 50$ - umleið 270 krónur - í part at lívbjarga sær við á drúgvu ferðini úr Føroyum til Indonesia. Ferðin tók teimum um 36 tímar.

 

Í blaðnum Mið & Magn, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið geva út, heldur Annfinnur Garðalíð ikki, at hetta er nógvur peningur til eina so drúgva ferð. Hann heldur, at hetta snøgt sagt er mannminkandi.

 

Annfinnur setti sær eisini fyri at kanna tryggingarviðurskiftini, og um einkjan eftir indonesaran, sum sjólátst, fór at fáa pening frá vanlukkutryggingini. Tað eru nógvir spurningar at fáa greiðu á í hesum sambandi, og fjarstøðan millum Indonesia og Føroyar er stór.

 

- Umsíðir eydnaðist at fáa vígslu­bræv og faðirskapsjáttan hjá barn­inum. Men hetta vísti seg ikki at vera nøktandi.

 

Annfinnur Garðalíð vísir á, at vanlukkutryggingin kravdi, at myndugleikarnir á staðnum skuldu vátta, at tey vóru gift og áttu dóttr­ina saman, tá vanlukkan hendi.

 

- Sam­skift hevur verið við telduposti, nógv er skrivað aftur og fram, men tað hevur nú eydnast at fáa tey neyðugu skjølini. Av tí, at málsviðgerðin ikki er liðug, er einkjan biðin um at søkja um forskot upp á tryggingar­upphæddina.

 

Annfinnur sigur, at hin 1. juli 2014, tá greinin í Mið & Magn fór avstað, hevði einkjan í Indonesia ikki fingið nakran pening.

 

- 34 ára gamli indonesarin, sum doyði við Anitu, Saefundin Hasanah, var bátsform­aður umborð. Mánaðarløn­in hjá honum var 850 dollarar um mánaðin. Hetta svarar til umleið 4.500, krónur. Mánaðarlønin hjá einum vanlig­um dekkara umborð á Anitu var umleið 2.500 krónur.

 

Annfinnur Garðalíð vísir á, at hetta er minni enn helvtin av minstulønini, sum altjóða felags­skapurin ILO hevur ásett.