Manningin á risatrolara fekk Bíbliur

Síðan á heysti í 2015 hevur stóri russiski trolarin, Mekhanik Sergey Agapov, av og á verið á Runavík og umskipað fisk.

- Síðan á heysti í 2015 hevur stóri russiski trolarin, Mekhanik Sergey Agapov, av og á verið á Runavík og umskipað fisk. Frysti fiskurin er skipaður umborð á frystifarmaskip, sum síðan hevur ført fiskin til keyparar.

 

Tað veit sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, at siga á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Hann heldur, at Mekhanik Sergey Agapov telist millum størstu trolarar um okkara leiðir.

 

Trolarin er 115 metrar langur og 20 metrar breiður. Hann lastar 4000 tons av frystum fiski, sum stendur á plattum. Skipið er smíðað í Indonesia í 2014 og hevur ein 8000 kw. Man motor.

 

Mekhanik Sergey Agapov er uppsjóvartrolari við verksmiðju, sum frystir fiskin í blokkar á 25 kilo. Teir kunnu frysta 240 tons um samdøgnið.

 

- Henda túrin hevur russiski trolarin fiskað í ES-sjógvi, vestan fyri Írland. Teir høvdu 570 tons av heilfrystum svartkjafti. 56 mans og tvær kvinnur manna skipið, sum fór aftur til fiskiskap mánadagin.

 

Torleif Johannesen, sum vitjaði umborð og gav manningini Bíbliur og annan lesnað, veit at siga, at manningin er umborð í umleið hálvt ár í senn.