Í morgun byrjaði rættarmálið ímóti einum ímóti einum 30 ára gomlum manni, sum er skuldsettur fyri at hava dripið 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir í Íslandi í januar.
Tann ákærdi maðurin sigldi við grønlendska trolaranum Polar Nanoq, og í dag vóru fleiri av føroysku manningini avhoyrdir í rættarmálinum.
Tað margháttliga var, at føroyingarnir máttu tosa danskt í rættinum. Sambært Morgunblaðnum er eingin góðkendur tulkur til føroyskt mál í Íslandi.
Tí var ein tulkur innkallaður, sum kundi tulka millum íslendskt og danskt, og stundum var ikki brúk fyri honum, tí manningin á Polar Nanoq svaraði spurningum frá ákæra og verja, áðrenn tulkur fekk týtt spurningarnar til danskt.
Skipari og manning greiddu frá, hvussu teir høvdu upplivað umstøðurnar, tá ið teir høvdu ligið við bryggju í Íslandi, og tann ákærdi kom umborð aftur, eftir hava verið í Reykjavík.
Skiparin greiddi millum annað frá, at journalistar høvdu kimað óført umborð, tá ið skipið var ávegis aftur til Reykjavíkar, tí løgreglan hevði sent boð eftir teimum. Kanningarnar førdu síðani til, at tveir mans vórðu handtiknir. Annar var leyslatin aftur, hin er nú ákærdur fyri drápið á Birnu Brjánsdóttir.