Manningin fær 1,8 milliónir krónur afturat

Føroya rættur gav í farnu viku Føroya Fiskimannafelag viðhald í sakarmálinum móti reiðarínum hjá Beinisvørð. Talan er um tríggjar makreltúrar í 2011, har manningin metti, at reiðarríið hevði goldið teimum ov lítið í løn.

 

Nú er reiðaríið dømt at rinda manningini 1,8 milliónir krónur fyri teir tríggjar túrarnar. Føroya rættur staðfesti, at reiðaríið ikki hevði rætt at fara uttan um sáttmálan og einsæris áseta eina dagløn fyri makrelfiskiskapin, skrivar heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum.

 

Ísfiskatrolarin Beinisvørð fiskaði makrel á sumri í 2011, og reiðaríið ásetti, at manningin fekk eina dagsløn à 1750 krónur, tó at manningin ikki hevði gjørt nakra avtalu hesum viðvíkjandi. Hans í Líðini var tá reiðari, men síðani hevur felagið, Sancy Trawl, skift eigara. Núverandi eigari og reiðari er Alex Vilhelm.

 

Sambært sáttmálanum skal manningin lønast eftir galdandi avtalu fyri ísfiskaveiðu, hóast skipið fer til annan fiskiskap. Skal lønin broytast, skal nýggjur sáttmáli gerast.

 

Reiðaríið vildi vera við, at manningin góðtók nýggju lønina við ikki at mótmæla, men manningin vendi sær til Føroya Fiskimannafelag. 

 

Rætturin gav Fiskimannafelagnum viðhald í, at galdandi sáttmáli skal fylgjast og tí var Sancy Trawl dømt at rinda munin millum dagslønina og sáttmálafestu lønina, sum, við rentum, er 1,8 milliónir krónur.