SKILALOYSI
Tað hevur onkra ferðina fyrr verið nevnt á hesum síðunum, og mikukvøldið í góðveðrinum í Klaksvík varð tað aftur staðfest. Ikki bara eina ferð, men tvær ferðir. Tað er høvuðleyst at seta 4-7 spælarar í manngarð at verja fyri frísparksroyndum.
Ivaleyst gera føroyskir spælarar hetta eftir boðum frá venjarunum, sum ivaleyst fáa íblástur til sovorðið úr sjónvarpinum. Eisini í HM endaspælinum síggjast stórir manngarðar, og í Týsklandi er ferð eftir ferð staðfest, at manngarðarnir eru til onga nyttu, tá ið snillingar í at sparka royna seg. Tað man bara vera spurningur um tíð, tá ið manngarðarnir fara at verða niðurlagaðir.
Mikukvøldið javnaði Christian Lundberg til 1-1 við beinleiðis frísparki, sum hann sendi flatt framvið stóra og illa plaseraða HB manngarðinum, sum bar við sær, at sýnið hjá Tróndi Vatnhamar var vánaligt.
Rasmus Nolsøe javnaði til 3-3 við frísparki, sum hann sendi upp um stóra KÍ manngarðin. Meinhardt Joensen í KÍ málinum sá einki fyrr enn bólturin lá í netinum ikki so langt frá honum. Møguleikin hjá honum at bjarga hevði havt verið fleiri ferðir størri, um ein ella kanska tveir høvdu staðið í manngarðinum, og málverjin harvið hevði havt møguleika at fylgt við, tá ið óføri skjúttin royndi seg.
Tað kann bara vera talan um tíð, áðrenn manngarðarnir fara at verða heilt avlagdir úti í heimi, og so fer hetta at smitta KÍ og HB og øll hini føroysku feløgini. Men tað verður neyvan fyrr enn hetta kemur úr útlandinum!