HB
Dagsins HB spælari var miðverjin Rasmus Nolsøe. Kanska vóru tað ikki verjudygdirnar, sum vóru serliga eyðsýndar hjá honum. Heldur vóru tað óføru skotini. Rasmus skoraði øll trý HB málini, og sjálvur sigur hann, at tað var um reppið, at hann javnaði til 3-3.
- Vit høvdu horna, og bólturin kom til handara stólpan, har eg ætlaði at seta hann í málið, men tíverri fór hann undir fótinum, og so fingu teir hann út aftur til horna, sigur Rasmus Nolsøe, ið ikki hugsar um at sleppa longri fram á vøllin at spæla.
- Eg trívist best sum miðverji.
Er tað langt síðani, at tú hevur skorað trý mál í sama dysti?
- Um tú hugsar um í bestu deildini, so er tað faktiskt soleiðis, at eg havi ongantíð áður skorað í landskappingardysti í 1. deild.
Heldur tú, at manngarðarnir eru rættir, tá ið teir royna at byrgja fyri fríspørkum?
- Eg haldi, at teir ofta eru ov stórir, og at tað harvið verður óneyðuga torført hjá málverjanum. Tá ið eg javnaði til 1-1, lyfti eg bara bóltin upp um manngarðin. Eingin serlig ferð var í sparkinum, men bólturin fór í netið, tí málverjin var ov langt í hinum borðinum. Hann roknaði við, at manngarðurin fór at verja hina síðuna av málinum, og so var hann prísgivin.
Hvat heldur tú er besti manngarðurin?
- Har tað ikki eru fleiri enn tríggir spælarar, og har málverjin stillar seg eitt sindur meiri mitt í málið.
Heldur tú, at málverjin átti at havt tikið seinna frísparksmálið hjá tær?
- Lotið var undan, og tí bar til at fáa nógva ferð á bóltin. Um eingin manngarður hevði havt verið, so hevði málverjin havt betri møguleika at fylgt bóltinum.
Hvat heldur tú um tykkara avrik?
- Tað var ikki nóg gott. Skála eigur eitt gott lið. Teir arbeiða nógv, og teir eru góðir fótbóltsspælarar. Tí krevst tað nógv av okkum móti sovornum liði, og vit megnaðu ikki nóg nógv. Vit arbeiddu ikki nóg nógv, og spælið hekk ikki nóg væl saman. Legg til merkis, at tað eru deyðbóltsstøðurnar, sum vóru avgerandi og ikki so nógv gjøgnumspæld álop, ið bóru mál við sær, staðfestir Rasmus Nolsøe.