Mannfólk koyrdu Eik á heysin

Nú skulu fleiri kvinnur í leiðslurnar og nevndirnar í bankunum

Fleiri kvinnur skulu í leiðslurnar og nevndirnar hjá peningastovunum í Føroyum.

Tað er úrslitið, tá ið løgtingið um stutta tíð fer at samtykkja fleiri nýggj uppskot um fíggjarligt virksemi.

Uppskotini eru løgd fyri Løgtingið og tað er lítil eingin ivi um, at tey verða samtykt.

 

Tá ið løgtingið viðgjørdi málið, staðfesti Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, at eftir uppskotinum verður tað ein treyt til peningastovnar, at fíggjarligum haldfeløgum, at tey stremba eftir javnstøðu í nevndum og øllum leiðsluliðum í fyritøkuni.

 

Samstundis skulu stovnarnir orða ein politikk, sum økir um javnstøðuna og Kristina Háfoss sigur, at tá ið tosað verður um javnstøðu, verður oftast hugsað um, at kynsbýtið skal ikki vera verri enn 60 prosent til annað kynið og 40 prosent til hitt kynið.

Og Kristina Háfoss heldur, tað er tiltrongt, tí sum støðan er nú, er ógvuliga stórur kynsmunur í nevndum og leiðslum í peningastovnunum

 

Tað eru nevniliga at kalla bara menn í leiðslunum og nevndunum í føroysku peningastovnunum.

 

Kristina Háfoss sigur, at eftir teimum upplýsigum, sum eru almennir, eru mannfólk í nevndini í BankNordik, og leiðslan er eisini bara mannað við monnum.

Í Eik eru níggu menn í nevndini og leiðslan er eisini bara mannað við monnum.

Í Norðoya Sparikassa eru fimm menn og tríggjar kvinnur í nevndini og leiðslan er bara menn, og í Suðuroyar Sparikassa eru fýra menn og ein kvinna í nevndini og leiðslan er menn.

 

So tilsamans eru tað 24 menn og fýra kvinnur, sum sita nevndunum í føroyskum peningastovnunum, og øll leiðslan er menn.

Og eftir yvirlitinum hjá bankunum eru tvær av teimum fýra kvinnunum í nevndunum, valdar av starvsfólkunum.

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, skoytti upp í, at sendingin hjá Kringvarpinum um Eik, vísti nettupp, at tað vóru serliga kvinnurnar, sum settu spurnartekin við gongdina í Eik.

- Vit áttu at lært av søguni og arbeitt fyri betri javnstøðu í nevndunum, tí tað vóru kvinnurnar, sum boðaðu frá, sigur hon

Eisini Aksel V. Johannesen vísir eisini á, at tað vóru kvinnurnar í nevndini í Eik, sum vóru ivingarsamar og tað liggur kanska til kvinnur, at tær eru varnari í pengaspurningum.

- So tað hevði verið gott at fingið fleiri kvinnur í nevndina í peningastovnunum, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.