Mannfallið er stórt í Gundadali

Eisini á Argjum eru fleiri lyklaspælarar ikki tøkir

Seinnapartin er grannauppgerð í Gundadali millum HB og AB. Dagsskráin hjá HB er at vinna hvørja ferð, og so fæst at síggja, hvussu langt tað røkkur, nú grannarnir í B36 higartil hava staðið seg so framúr væl.

Dagsskráin hjá AB er at skava stig saman, so tað kann slepppast longri burtur frá botninum. Í gjárkvøldið vann Skála, og harvið er frástøðan frá AB og til hóttanina undir strikuni tvey stig.

Felags fyri bæði HB og AB er, at fleiri av teimum, sum eru stuðlar á liðnum, ikki eru tøkir í dag.

Hjá HB er liðformaðurin og besti maður á liðnum, Fróði Benjaminsen, leikbannaður. At HB miðvøllurin skal skipast heilt av nýggjum er neyðugt, tí umframt Fróða eru Heini Vatnsdal, Tróndur Jensen og Christian R. Mouritsen skaddir, og René S. Joensen er ivasamur. Langtíðarskaddu Gunnar Haraldsen og Símun Samuelsen eru framvegis uttanfyri.

Hjá AB er Sorin Anghel, sum man vera týdningarmiklasti spælarin, leikbannaður. Miðvallarin Bárður Olsen er burturstaddur, og nýggi álopsspælarin Aleksandrs Cekulajevs er framvegis heima í Letlandi. Tað verður roknað við, at hann verður tøkur næsta vikuskifti.

Tá ið liðini 4. mai hittust í 7. umfari á Argjum, vann HB 3-0.