B71 fer til Gøtu seinnapartin í dag. Tá teir fara til hús aftur verður tað við vissuni um, at teir komandi ár skulu spæla í 2. deild, ella við vissuni um, at fjallgongan fer at vera órógvað av tveimum dystum ímóti Skála.
B71 er væl fyri. Teir hava allar teir tøkar, sum hava verið við nógvu tær seinastu ferðirnar.
? Vit fara at gera okkara besta. Um tað verður nóg mikið er eisini treytað av, hvussu tað fer at gangast hjá vágamonnum í Gundadali. Um hvørki teir ella vit fáa stig, so flyta teir niður. Men teir mugu ikki fáa meiri burturúr degnum, enn vit fáa. Annars verður galið hjá okkum, staðfestir Eli Hentze, liðformaðurin og toppskjúttin hjá B71.
Fleiri eru burturfrá
Í Gøtu er tað greitt, at Óli Hansen ikki verður við. Hann er leikbannaður. Í gjár var eisini sera ivasamt, um Henning Jarnskor og Poul Ennigarð vera við ímóti B71. Teir eru báðir staddir á flatlondum. Tey seinastu nógvu vikuskiftini hava teir flogið aftur og fram. Nú er alt avgjørt í toppinum, so tað kann vera, at teir báðir binda frið í vikuskiftinum.
Sámal Joensen hevur vant bæði í síðstu viku og í hesi vikuni. Um hann verður førur fyri at spæla í dag, vistu teir í Gøtu ikki fyrrapartin í gjár. Men teir undirstrikaðu, at GÍ fer at gera sítt. Alt annað hevði verið ov vánaligt ? bæði ímóti gøtufólki og vágamonnum.