Mannfall

Seinastu nátt vóru bardagar millum NATO-hermenn og Taliban-hermenn í Afganistan, og sambært keldum hjá verjusamgonguni fullu umleið 150 Taliban-hermenn í bardøgunum. Myndugleikarnir í Kabul siga tó, at tað rætta talið er 80. Teir seinastu dagarnar hava NATO-hermenninir hert álopini á Taliban nærhendis pakistanska markinum. Eitt nú hava flogfør bumbað fleiri støð, har hildið verður, at hermenn hjá Taliban halda til.