Mann kundi elskað hana

Góðan hálvan tíma seinkað kom Lynda Randle á pallin. Fólkið fekk eina fína konsert við einari kvinnu við eini úrmælingarødd

Frammanfyri pallin til fyrstu konsertina á útipallinum á Fjarðafestivalinum 2008, stóðu eini 700 fólk, tá ið myrka kvinnan við stórum purlum, sum í útsjónd leiðir tankarnar móti Tinu Turner, kom á pallin.

Men í mun til stóru rødd sína, sá hon sera einsamøll út á pallinum. Einsamøll tí hon hevði ongan bólk og onki kór við sær, og var hetta nakað, sum ávirkaði ein stóran part av konsertini.

Men sum nevnt í yvirskriftini kundi mann elska hana, tí rødd hennara var sera kraftmikil og útstrálingini ikki verri.

Lynda Randle gjørdi gjøgnum alla konsertina sítt til at fáa fólkið við, men tíverri sýntist hetta ikki at ávirka áhoyararnar, sum vístu so lítlan áhuga, at tey tað sama kundu sitið heima og lurta einari av fløgum Lyndu.

Bara til eitt lag var fólkið ordiliga við. Tað var til lagið And he will, sum hon bert stuðla við eini fløgu veruliga fekk lív í og rakti okkurt serligt inni í fólkið. Hevði hon bara havt ein bólk við, hevði hetta rokkið upp móti einari framúrskarandi framførðslu.

Við á konsertini hevði hon eisini 17 ára gomlu dóttir sína Patience, sum sang við á summum sangum, og skapti hetta heilt víst eisini eina serstaka trygga kenslu.

Til seinasta lagið hevði Lynda Randle føroysku Sólvu Ford við á pallinum, men hetta livdi ikki heilt upp til vónirnar og pallmyndin fekk onga karismatiska broyting, sjálvt um songkvinnurnar vóru tvífaldaðar.

Alt í alt ein deilig konsert, sum kundi verið heilt góð og veruliga verd at elska, um Lynda Randle bert hevði havt bólk og kór við.