Manipulerandi spinndoktarar

Flestu aðalráðini hjá lands­­stý­r­­­i­num hava fing­ið sær roynd­ar journ­a­list­ar at hjálpa sær skriva tíð­ind­a­skriv og les­ar­a­brøv fyri lands­stýr­is­fólk­ini. So skuldu vit kanska hild­ið, at alt er í fín­asta ord­an, tá tað eru roynd tíð­ind­a­fólk, sum skriva fyri pol­it­ik­ar­ar­nar. Men soleiðis er tað bara s­lett og yvirhøvur ikki.

Skilið er í veruleikanum ong­an­tíð so ringt sum nú, tí fjøl­miðl­ar­nir fáa í heilum maini­pu­l­er­andi tíð­ind­a­skriv úr að­al­ráð­u­num. Stundum eru tað við­merk­ing­ar frá lands­stýr­is­fólk­um til okk­urt, sum hev­ur ver­ið frammi í al­menna kjak­i­num í bløð­um og á port­al­um. Og rætt­i­liga ofta »fegn­ast« lands­stýr­is­fólk um okk­urt, sum tey hava gjørt og halda vera so gott, at øll onn­ur skulu vita, hvussu glað tey er, og við­hvørt royna tey at fáa fjøl­miðl­ar­nar orð­a­rætt at bera tíð­indi víð­ari, so tey verða vinkl­að júst so­leið­is, sum lands­stýr­isfólk­ið vil hava tað.

Eitt dømi um tað er »tíð­ind­a­skriv« frá »stjórn­ar­sam­skip­ar­a­num« hjá Karst­en Han­sen um brill­u­í­skoyti til pen­sjón­ist­ar og børn undir 16 ár. Har verður greitt frá, at hesi nú fáa hægri ískoyti til brill­ur. Men tíðindaskrivið sig­ur einki um, at tey millum 16 og 67 ár verða við sviðusoð og fáa nú einki.

Fíggj­ar­mál­a­ráð­ið sendi fríggj­a­k­vøld­­ið 13. ap­r­íl klokk­­an 23:14 út eitt tíð­­ind­­a­skriv, sum verj­ir av­­gerð­ina um at nið­ur­leggja eitt nú Lands­bank­an. Fyri tað fyrsta er tað eitt løg­ið tíð­spunkt at senda út tíð­ind­a­skriv – og tað er ikki fyrstu ferð – og tað er uttan iva bein­leið­is ætl­að tí ó­krit­iska part­i­num av press­uni so sum Vága­port­a­l­i­num. Við at senda út seint fríggj­a­kvøld, so slepp­ur fíggj­ar­mál­a­ráð­har­r­in und­an næsk­um spurn­ing­um frá Kring­varp­i­num, Rás2 og bløðunum.

Slík framferð er ikki bara ó­heppin, men beinleiðis ó­hugn­a­lig, og løg­mað­ur átti at hugt í leið­regl­ur­nar fyri góð­an fjøl­miðl­a­sið – og giv­ið lands­stýr­is­fólk­um og að­al­stjór­um eitt ein­tak av regl­u­num, tí spinn­dokt­ar­ar­nir í ráð­u­num kenna eftir øll­um at døma ikki hesar leið­regl­ur.