Manipulatión við stolnari kanning

– Ja, eg haldi at Kringvarpið manipulerar við eini kanning, sum tey hava tikið frá Fólkaflokkinum, sigur Jógvan á Lakjuni

– Ja, eg haldi at Kringvarpið manipulerar við eini kanning, sum tey hava tikið frá Fólkaflokkinum, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

Løgtingsmaðurin fyri Fólkaflokkin er ikki sørt fortørnaður inn á, at Kringvarpið síðstu dagarnar hevur endurgivið burtur úr einari veljara- og meiningakanning, sum Fólkaflokkurin lat gera herfyri.

 

– Eftir mínum tykki er sera ivasamt, um Kringvarpið hevur loyvi til at endurgeva burtur úr einari kanning, sum tey ikki hava fingið loyvi til at endurgeva burturúr. Fólkaflokkurin hevur latið kanningina gera, hevur goldið fyri hana og eigur hana. Ætlanin hevur ongantíð verið at almannagera kanningina, sum einans varð gjørd til innanhýsis nýtslu, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

Løgtingsmaðurin, sum eisini er fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, heldur somuleiðis lítið um, hvussu Kringvarpið hevur valt at tulka og brúka kanningina, ið Fólkaflokkurin annars hevur noktað stovninum at brúka:

 

– Ja, eg haldi at talan er um manipulatión av einari kanning, sum tey einki eiga í og ei heldur hava fingið loyvi til at brúka, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

Løgtingsmaðurin heldur at kanningin er bara tað seinasta amboðið í eini miðvísari herferð móti Jørgeni Niclasen.

 

– Hetta er sama kringvarp, sum aftur og aftur og aftur hevur lagt landsstýrismannin undir bæði at stjala og lúgva. Eg haldi at eitt lítið sindur av fólkaligheit mátti komið frá einum slíkum stovni, ið skal eitast at standa fyri slíkum sjálvrættvísi, sum tey latast at gera, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

Hoyr samrøðu við Jógvan á Lakjuni við at trýsta á pílin undir myndini