Manipulatiónin meginreglan og veruleikin undantakið?

Tíðargrein:

- Er tað tíðindakammeratarí sum stýrir informatiónini og harvið eisini fatanini hjá borgarunum um politisku skipanina??

 

Aftaná veljarakanningina herfyri vóru miðlarnir á tremur við niðurstøðum um orsøkirnar til úrslitini og ikki minst um laka úrslitið hjá javnaðarflokkinum.

Leik sum lærd vóru á breddunum við niðurstøðum. Afturvendandi framsøgnir um sosialt órættvísi, skattalættar til tey ríku, einskiljingar og annað odiøst varð varpað almenninginum.

 

Mangt bendir eisini á, at áhaldandi endurtøkurnar um asosialan politikk hevur máað burturav veljaraskarðanum hjá tí eina samgonguflokkinum. Sigast kann, at hevur endamálið við tíðindaflutninginum verið at skaða samgonguna, so hevur tað eftir øllum at døma eisini lutvíst eydnast.

 

Fakta er tó, at stórur partur av negativu eyðmerkingini av ABC-samgonguni er grundarleys og má metast sum rein manipulatión. Serstakliga tá tað er sannroynd, at neyvan nakar journalistur veruliga hevur ómakað sær at greina førda politikkin og úrslitini farnu árini.

 

Ongan toppskatt

Í 2004 samdust fólka-, sambands- og javnaðarflokkurin um at tengja skattalættar og hækkan av Samhaldsfasta saman. Málið var, at meðalløntakarar skuldu sleppa undan toppskatti, samstundis sum pensionistar, uttan aðra pensión, í 2008 skuldu hava mánaðarliga veiting, sum fyri stakar skuldi vera 10.000 kr og hjún 16.000 kr/mðr.

Hetta bjarta mál varð sligið upp í glens av andstøðuni og miðlarnir vístu tí lítlan ans. Ístaðin bleiv ”skattalættar til tey ríku” júkað uttan íhald, uttan at nakar í miðlaverðini eftirkannaði pástandin. Men hvør er so veruleikin?

 

Frá 2004 til 2008 sluppu allar miðalinntøkur millum 170.000 og 270.000 kr undan toppskatti. Talan var um 4.500 skattgjaldarar, sum ikki longur skuldu rinda 53% í skatti. Hetta vóru arbeiðsmenn og -kvinnur, handverkarar, sjúkrarøktarfrøðingar, skrivstovufólk, starvsett, bankafólk, assistentar, lærarar o.s.fr.. Ella sagt øðrvísi, skattalætti til tey mest skattliga trongdu. Hesi fingu skattalætta, sum í meðal svaraði til uml. 15.000 kr árliga ella ca. 7 kr um tíman í netto lønarhækking. Nær hevur nøkur samráðing givið løntakarum slíkan reallønarvøkstur?

 

6% í landsskatti

Júkað hevur verið upp í saman, at tey lágløntu vórðu dýkt undir í skatti. Tað er eisini ósatt. Tað eru 40.500 skattgjaldarar í Føroyum. Útvið helvtin, 18.500 í tali, forvinnur minni enn 150.000 kr árliga.

Tey rinda í dag bert 6% av samlaða landsskattinum ella 82 mio kr árliga. Hin helvtin, teir 22.000 skattgjaldarar sum forvinna meira enn 150.000 árliga, rinda heili 94% av landsskattinum ella 1358 mio kr!

M.a. vísa seinastu tølini frá Fíggjarmálaráðnum, at allar inntøkur millum 0 og 50.000 kr (tað eru 7.900 fólk) forvinna 200 mio kr árliga, men gjalda bara 2,7 mio kr í landskatti.

Inntøkurnar millum 50.000 og 150.000 kr (tað eru heili 10.600 fólk) forvinna um 1000 mio kr árliga, og tey rinda bert 79 mio kr í landsskatti.

 

Pensionistar 37% meira

Saman við skattalækkingini frá 2004 til 08 var inngjaldið til Samhaldsfasta hækkað, og vaks inngjaldið frá 61 mio kr í 2004 til 245 mio kr í 2008, ella við meira enn 180 mio kr. Hetta gjørdi, at útgjaldið til pensionistar hækkaði frá 48 mio kr í 2004 til 157 mio kr í 2008, ella útvið 110 mio kr.

Fyri stakar pensionistar var tað ein hækking uppá heili 32%, meðan hjún fingu uppaftur meira, nevniliga 37% omaná pensiónina. Ella sagt øðrvísi, samgongan megnaði at at fara longur enn lovaða pensiónslyftið.

Bjarta úrslitið var, at í 2008 fingu stakir pensionistar 10.300 kr/mðr og hjún 16.970 kr/mðr. Men hetta er púrasta burturtagt.

Sjónligt er eisini, at partur av skattalættanum, lætnir vóru undir somu samgongu, vórðu konverteraðir yvir í Samhaldsfasta og haðani umfordeildur til tey gomlu. Pensiónshækkingin var tí søgulig og kunnu skattalættarnir saman við pensiónshækkingini metast at vera stórsta sosiala umforfeilingin í Føroya søgu nakrantíð.

 

Men eisini hetta veður dult sum mansmorð. Eingin tíðindamaður hevur lýst henda veruleika fyri borgarunum. Tvørturímóti tykist tað, sum at politiskt tíðindakammeratarí stýrir informatiónini og harvið fatanini hjá borgarunum um politisku skipanina. Hetta er stort spell og eisini ein hóttan móti fólkaræðinum, sum 4. statsvaldið annars skuldi verið besti garantur fyri.

 

Landið skuldarfrítt

Taka vit so einskiljingarnar, har landsstýrið sera skilagott í bestu sølutíð seldi partar av Føroya Banka og Atlantsflogi. Hesi feløg, sum landið við skattgjaldara peningi á sinni mátti bjarga.

Fyrst fekk landskassin umvegis vinningsbýti fullan valuta fyri bjarganina. Síðani vóru aktivini lutvíst seld. Úrslitið var, at landið aftaná søluna var púra skuldarfrítt og av somu orsøk í dag tolir at standa móti heimsumfatandi búskaparkreppuni. Hvat hevði nyttað at átt partapeningin í t.d. bankanum í hesum døgum? Hvat hevði partapeningurin verið verdur, og hvat hevði hann munað, nú landinum tørvar útvið milliard árliga fyri at varðveita vælferðartænasturnar? Hví umrøður eingin hesa sólskinssøgu?

 

Annað, sum fór púrasta av sporinum, var pástandurin um bleyt kontra hørð virði. Vanligi borgarin hevur fingið ta fatan, at landsstýri og Løgting í ábyrgdarloysi hevur spilt allan peningin uppá asfalt og betong. Hetta er eisini við síðurnar av. Landið hevur í mannaminni bert brúkt um 5-6% árliga í meðal av fíggjarlógini til íløgur, alt íroknað – skúlar, sjúkrahús, vegir, tunnlar o.s.fr. Helvt um helvt til heilsu/almanna/ skúlamál og samferðslu. Hetta er væl minni enn grannalondini nýta.

Hinvegin brúkar landið árliga útvið 95% av fíggjarlógini til rakstur, harav almanna- heilsu og skúlamál uttan íhald hava fingið 70% árliga, ella í 2009 heilar 3.150 mio kr til nýtslu. Skoytast kann uppi, at somu málsøki frá 2004 til 2008 vóru hækkað við ikki minni enn 560 mio kr - Samhaldsfasti ikki íroknaður. Tosaði nakar um bleyt virði?

 

Samanumtikið liggur tað ein stór ábyrgd á miðlunum at varpa nøktandi informatiónir til borgararnar. Í mongum lívsins viðurskiftum sýnist manipulatiónin at vera meginreglan og sannleikin undantakið. Tí slepst ikki undan, og tí tørvar okkum øllum áhaldandi sjálvrannsakan, har miðlarnir eisini viðhvørt áttu at tikið í egnan barm.