Manila druknar

Óvanliga nógv regn hevur lagt stórar partar av høvuðsstaðnum í Filipsoyggjunum, Manila, undir í vatni. Myndugleikarnir søgdu í morgun, at 140 fólk eru druknað, og at bjargingarlið leita eftir 32 øðrum, sum ikki eru komin afturíaftur.

Nógvastaðni er so nógv vatn í býnum, at bjargingarfólk og onnur sigla við bátum ígjøgnum gøturnar.

Tað nógva regnið komst av tropiska storminum Ketsana, sum herjaði Filipsoyggjarnar í síðstu viku. Umleið 450.000 fólk hava verið noydd at rýma frá húsi og heimi, og stjórnin hevur biðið aktjóða samfelagið um hjálp, skrivar AP.