Síðani hoyrdu vit í sama práti eitt dømi, at ein fortørnað mamma hevði ringt til ein lærara, tí hann hevði nevnt Darwin í lívfrøðisundirvísingini. Tá hevði lærarin svarað, at hann ikki kundi annað enn halda seg til tað fakliga (t.v.s. menningarlærunu Darwins). Og nú var tað eg vaknaði og festi hetta á blað, tí slík undirvísing er ikki objektiv, um Darwin er einasti fakkunnleiki. Kanska er ætlanin at vera subjektivur, men so átti tað at verið viðurkent.
Rætt er, at Darwin av mongum verður mettur at vera alfaðir at læruni um sokallaðu menningina. Somuleiðis er rætt, at millum leik og lærd eru í minsta lagi tvær sterkar meiningar um upphav heimsins. Millum hesar meiningar eru eitt ótal av blandaðum hugsanum. Um eg var lærari og hevði havt nakað at sagt í slíkum føri, so hevði eg lært næmingarnar um tær ymsu høvuðsfatanirnar av hesum stóra spurningi. Í átrúnaði verður vanliga lært objektivt um tær fimm høvuðsreligiónirnar - hvussu torført kann tað vera at undirvísa í lívfrøði, sum bara hevur tvær religiónir.
Ein libiraliserað undirvísing hevði loyvt næmingunum at havt sína egnu meting av teimum stóru sannleikunum - mær tykir, at útsøgnin í ÚF hesum viðvíkjandi ber brá av, at menningarlæran átti at einsrættað allar hugsanir, tí tað er fakligt. Hesum eri eg ikki samdur í.
Mín meting er, at tá ið næmingar brádliga fata, at undirvísingin skiftir ham eftir 7. flokk, so eru hetta tekin um árvakni. Undirvísingin í bíbliusøgu sampakkar ikki við menningarlæruna. Tað ger onki, men tað bilar, tá ið ein nýggj trúgv trokar eina aðra burtur. Tí menningarlæran er trúgv eins væl og trúgvin á Guð sum skapara. Havi ongantíð fingið nakra sannførandi, vísindaliga grundgeving sum útihýsir Guði okkara sum upphav til alt livandi og deytt.
Einasta staðið har eg havi nakra ávirkan á onnur í so máta er heima, og har vita børn okkara og vit, at summi halda eitt og onnur eitt annað - vit virða øll menniskju líka fyri tað. Sjálvi taka vit støðu í tí, sum vit kenna er rætt og sampakkar við okkara kristnu trúgv. Tað kann ikki vera so torført hjá næmingum at trúgva einum og vita um tvey.
At enda nevni eg í stuttleika nøkur smádømi um mína fyrstu landkenning við læru Darwins. Nýkomin í framhaldsdeildina í 1982 frætti eg tey tíðindi, at tá ið summar apur góvust at klúgva í trøunum, so byrjaði lítlifingur hjá okkum at minka. Løgið, helt eg, rættuliga løgið. Seinni sama skúlaár fekk eg at vita, at apuhalin hjá mær er ikki so langur longur, men vit merkja hann enn. Ongantíð fann eg halan, men eg merki væl tann niðasta geislan í rygginum.
Eg meini bara so við, at heldur enn at ynskja sær einsrættaðar næmingar, so verður undirvísingin ikki minni spennandi havandi í huga, at allur heimurin kortini hevur í minsta lagi tvær hugsanir um byrjanina. Eg trúgvi ikki, at Darwin og lærusveinar hansara einsamallir hava rætt í sínari menningarlæru. Eg trúgvi, at í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina. Tí ynski eg, at tey frælslyntu eru frælslynt báðar vegir - at øll undirvísing loyvir ymiskum fakligum áskoðanum framat.
Mangur sigur frá Ólavi kongi og hevur ikki sæð hann. Sama við Big Bang ella tíðarbili null - ongin okkara var har. Innast inni og uttaná er hetta ein spurningur um trúgv og sannføring um tað, sum ikki eru at síggja. Dagliga uppliva vit ein framúr livandi fólkaskúla og børn okkara koma heim við ríkum førningi. Tí er ongin vandi í at lata næmingarnar liva og trúgva. Undirvísið, so allir næmingar kenna seg virdar og vardar. Tá fara mammurnar ikki at ringja so nógv, og PISA fer at batna.










