Mangt verður í neyðini nýtt

Oddagrein

 

Nú tað nærkast einum nýggjum ári, sum eisini er valár, er greitt, at mong mál fara at verða tikin framaftur sum serstøk mál. Eitt teirra er flogvallarmálið. Rok kom aftur um flogvallarmálið - ætlanina at yvirtaka flogvøllin - tá stjórin á flogvøllinum segði tað, sum øll vistu. Hesin segði í útvarpssamrøðu, at stígur kom í ætlanina at byggja flogvølllin út við glíðibreyt og øðrum, tá ætlanin hjá landsstýrinum at yvirtaka flogvøllin gjørdist ítøkilig.


Tað mundi koma rættiliga ávart á mong, tá løgmaður herfyri trein fram í ÚF og helt fyri, at hetta var nýtt, at flogvøllurin var ikki útbygdur, tí føroyingar skuldu yvirtaka flogvøll, bygningar og annað, sum danska loftferðsluverkið eigur ídag. Bræv skuldi sendast í stundini til Danmarkar um hetta mál. Um yvirtøkan lá í vegin fyri ein nútímansgerð, so skuldi henda ætlan skjótast út. Margháttligt at koma til slíka niðurstøðu, tá vit øll jú leingi hava vitað, at hetta hevur verið støðan alla tíðina.


Tey, sum hava fylgt við gongdini og samráðingunum, vóru púra paff. Tað kom jú fram fyrr í ár, tá Vinnumálastýrið hevði fund við danskar myndugleikar um yvirtøkuna, at danir vildu ikki útbyggja flogvøllin, tá føroyingar kortini skuldu yvirtaka hann. Um hetta varð sagt í einum tíðindaskrivi, ella um tað bara kom fram í eini tíðindafrásøgn, skal ikki verða sagt á hesum stað í dag. Men tað kom í øllum førum fram.


Hetta er kanska orsøkin til, at Fólkaflokkurin tóktist mæla við tveimum tungum. Vágatingmaðurin tók undir við Anfinni Kalsberg, løgmanni, meðan Bjarni Djurhuus, sum jú kennir alt til samráðingarnar um yvirtøku, hevði eina aðra áskoðan.


Í grundini er tað ikki løgið, at Jørgen Niclasen tók undir við løgmanni. Hann hevði fáar dagar frammanundan havt eitt stak vánaligt val, tá hugsað verður um, hvussu nógv Vágar eru forkelaðar hetta valskeiðið. Allar atkvøðurnar lupu A um og settu í staðin kross við B, og Jørgen Niclasen fekk nakað at hugsa um. Vágafólk eru sambandsfólk. Nógv fólk arbeiða á og við flogvøllin, og tey eru kanska ikki heilt álvulig um yvirtøkuætlanina. Hóast vágatingmaðurin hjá Fólkaflokkinum hevur verið rættiliga sambandskur, var tað ikki nóg mikið at sissa vágamenn.


Nú var ein annar taktikkur lagdur: vit yvirtaka ikki flogvøllin nú, um hetta forðar fyri tí ætlaðu útbyggingini. Hvussu næsti leikur verður, vita vit ikki. Nýggi forsætisráðharrin hevur ikki havt tíð at hitta løgmann enn. Men á fyrsta fundinum skuldi málið berast upp á mál. Tað, sum tey flestu vistu, skuldi fram.


Grundleggjandi sigur aftur hetta málið okkum nakað um, hvussu lítið konstruktivur yvirtøkupolitikkurin - sjálvstýristilgongdin - er, tá ein viðmerking hjá flogvallarovastanum knappliga vendi øllum á høvdið. Men mangt er í neyðini nýtt, plaga fólk at taka til, og tað gera vit eisini á hesum sinni.