Um vikuskiftið hendir mangt og hvat í Club 700 í Klaksvík. Fríggjakvøldið 2. juli verður diskotek við DJ-X í niðaru hæddini og live tónleikur á ovaru hæddini við gentubólkinum Femoral. Tær ið manna bólkin eru Elsa Gunnarsdóttir Sevdal og Jeanett Holm.
Leygarkvøldið tann 3 juli verður diskotek við DJ-X í niðaru hæddini og live tónleikur á ovaru hæddini við Finni Jensen úr bólkinum Páll Finnur Páll.
-Somuleiðis kunnu vit siga at tann týska duo´in Italobrothers koma til Føroya tann 27 Novembur, men meira um tað tá vit hava funnið høli o.a., siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi
Men fyrireikarnir siga at ein sms kapping fer í gongd í samband við tiltakið við Italobrothers, har tvey fáa møguleikan at vinna 30 min. vip saman við Italobrothers og ókeypis atgongumerki og ókeypis signeraðar fløgur.