Johan Petersen
Um ein almennur loftmiðil skal vera politiskt óheftur má hann hvørki kunna mistonkjast fyri og enn minni geva ávísum politiskum flokki ella politiskari hugsan framíhjárætt. Hetta liva hvørki sjónvarpið ella útvarpið upp til!
Katrin Petersen, tíðindaleiðari í sjónvarpinum tekur harliga til orðanna móti páhaldi mínum í bløðunum, um at loftmiðlarnir ikki reka óheftan tíðindaflutning. Einasta mótargument tykist vera, at sjónvarpið ikki nýtir stoppur fyri at deila sól og vind líka millum politisku flokkarnar.
Men hetta er heldur ikki neyðugt - tað sum hevur stórstan týdning er, hvat fatan hevur hyggjarin eftir eina tíðindasending og hvussu er sjónvarpið ført fyri at fylgja við í tí, ið fyriferst og geva eina óhefta og breiða lýsing av hesum.
Frælsið sett hægri enn skyldan at vera óheftur
Katrin hevur púra rætt, tá ið hon lýsir yvirornaðu málsetningunum hjá einum frælsum loftmiðli. Men tó tykir mær, at hon setir frælsið hjá journalistunum hægri enn skylduna at vera óheftir. Hon ger sera nógv burtur úr frælsi hjá tíðindafólki sjálvi at gera metingar og taka avgerðir og at hyggjarin einans hevur fjølmiðilin at líta á. Hetta frælsi ber ikki í sær, at tíðindini verða óheft - um tíðindafólki ikki virðir journalistiska fakið hægri enn egin áhugamál.
Tað sær út til, at journalistarnir taka sær sera nær, um nakar dittar sær til at vísa á skeivleikar. Men tíðindafólk mega vera greið yvir, at við ófullfíggjaðum lógargrundarlagi, har ongin fjølmiðlaábyrgdarlóg enn er komin, 6 ár eftir, at víst verður til hana í kringvarpslógini, so setir hetta enn størri krøv til tíðindafólk og tey megu lata sær lynda, at onnur eisini hava eina meining og gera metingar av tíðindaflutninginum.
Tjóðveldispolitikari í tíðindaredaktiónini
Um sjónvarpið skal vera óheft, er avgerandi, at tað hvørki kann mistonkjast fyri og enn minni geva ávísum politiskum flokki ella politiskari hugsan framíhjárætt. Hetta var aðalreglan í teirri sjónvarps- og útvarpsnevnd, eg sjálvur sat sum formaður fyri, og sum hevði programmábyrgdina í bæði sjónvarpi og útvarpi, inntil hesar nevndir vórðu tiknar av. Men við einum enntá aktivum tjóðveldispolitikara í tíðindaredaktiónini ella í øllum førum sera tætt upp at henni, biður sjónvarpið um, at illgruni verður reistur um trúvirðið í rikna tíðindaflutninginum.
Og at tíðindadeildin í sjónvarpinum ikki livir upp til at vera óheft, vísir dømið, eg nevndi í páhaldi mínum, har Bárður Nielsen og Høgni Hoydal dystast um fíggjarlógina. Fari at biðja Katrina hyggja aftur eftir hesum kjaki og meta, um hetta var góður journalistikkur. Var orðstýrarin óheft? Var hon líka kritisk mótvegis báðum pørtum? At verið eitt sindur meiri høvisk, hevði so ikki tikið nakað frá innslagnum.
Eisini útvarpið
Eisini útvarpið er sjálvt við til at sáa illgruna um sína óheftu støðu - eisini við einum aktivum tjóðveldispolitikara í programmleiðsluni. Og sum enn eitt dømi um forrættin hjá tjóðveldisflokkinum kann nevnast fyrispurningurin hjá Høgna Hoydal til Bárð Nielsen um tíðindaskriv í samband við fíggjarlógina, har hesin fyrispurningurin var viðgjørdur í nærum eina heila viku í tíðindunum, meðan neyvan nakar mintist til, hvat stóð í tíðindaskrivinum hjá Bárði Nielsen.