TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Albert Róin Johannesen hjá B68 seta orð á stórtapið ímóti NSÍ í dag. Albert Róin Johannesen var ígjøgnum á Rás2 aftaná 0-5 tapið á heimavølli ímóti NSÍ.
Albert Róin Johannesen ásannar, at vánaliga byrjanin, har NSÍ kom á odda 2-0 longu aftaná 18 minuttir gjørdi, at B68 kom at renna aftaná.
Albert Róin Johannesen heldur, at talan var um ein uppibornan sigur, men hann heldur, at B68 fekk betri skil á tingunum seinastu løtuna, tá teir eisini áttu at havt skorað eitt ella tvey mál.