TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr longri samrøðuna hondbóltsreportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal hevði í sendingini SportBoxini á FM1 seinnapartin.
Gestur hjá Sjúrði H. Hoydal seinnapartin var Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í Hondbóltssambandinum.
Sjúrður og Jógvan Emil umrøddu trupuleikastøðuna hjá HSF, ið er uppstaðin av, at A-landsliðið í hondbólti ikki kann spæla undankappingardystirnar á heimavølli í Føroyum.
Tað drenar HSF fyri eina eyka miljón, at Føroyar ikki eiga eina altjóða góðkenda høll til altjóða hondbólt, og tað leggur trýst á landsliðsvirksemið hjá HSF, ið ikki fær somikið sum eitt 50 oyra í studningi frá evropeiska ella altjóða hondbóltssambandinum, men fáa bara eitt krav um heimavøll, ið vit sum land ikki í verandi stund liva upp til.










