Mangla yvir 2800 tímar – um vikuna

Okkara boðskapur til komandi politikarar í bygdarráðum og býráðum, er einfaldur, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum

Bara fyri at koma upp á sama støði sum í 2017, skulu játtast yvir 2.818 tímar aftur – um vikuna. Hetta svarar til 20 milliónir fyri árið í ár. Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.

Hann fegnast um, at so at siga øll, sum bjóða seg fram til býráðsvalið í Tórshavn, siga, at tey vilja leggja dent á at menna dagstovnaøkið.

Og tað skilst á honum, at ábøtur eru tiltrongdar, tí nú eru 10 ársverk til námsfrøðingar færri enn í 2017, hóast barnatalið á dagstovnum og frítíðarskúlum er økt 425 børn í sama tíðarskeiði.  

– Tilsamans eru bara 12 fleiri ársverk á økinum, men í størstan mun er talan um óroynd og ung fólk. 

Hetta merkir, at starvsfólkatalið fyri hvørt barnið er minkað nógv hesi seinastu árini. Í rundum tølum merkir hetta, at runt alt landið, er bert eitt ársverk komið afturat, fyri hvørji 35 børn ið koma á stovn.

Tilsamans eru 4.633 børn á vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlunum kring landið, men í 2017 vóru tey 4.208 í tali. 

– Við umleið 829 ársverkum til starvsfólk í dag, merkir tað, at í miðal er ein hálvur tími tikið burtur fyri hvørt barn um vikuna seinastu trý árini. Tað hevur ein serligan týdning, at hesi árini er tað í aldursbólkinum frá 1-4 ár, at barnatalið er hækkað mest. Og veruleikin er, at tess yngri barnið er, meira tíð krevur tað, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum. 

– Vit síggja á okkara tølum, at flestu starvsfólk á kommunalu vøggustovunum, barnagørðunum og frítíðarskúlunum arbeiða ikki fulla tíð, og 80 prosent av teimum arbeiða ímillum 25 og 35 tímar um vikuna. 

– Orsøkin er, at tað er torført at arbeiða ein heilan gerandisdag,  og so tað, at skipanin leggur upp til fólk skulu ikki arbeiða fulla tíð. 

– Samstundis síggja vit, at starvsfólk støðast ikki á arbeiðsplássunum, tí eini 30 prosent hava skift starv sístu tvey árini. 

– Hetta er støðan um alt landið og tí er okkara boðskapur til komandi politikkarar í bygdarráðum og býráðum, einfaldur, sigur Jógvan philbrow.

– Vilja tit barninum á vøggustovuni, í barnagarðinum, í frítíðarskúlanum og ungdómshúsinum væl, mugu tit raðfesta tey. Føgur orð eru ikki nokk, tí tað er neyðugt at játta nógv fleiri pengar til økið, og geva starvsfólkunum virðiligar umstøður, sigur hann. 

– Tað eru longu færri faklærd, og færri tilkomin starvsfólk, á stovnunum. Lógin um dagstovnar og dagrøktir, er longu brotin, men tit hava møguleikan at gera nakað við trupulleikan, sigur hann. 

– Lata tit standa til, eru tað børnini, komandi ættarliðið, sum gjalda hægsta prísin, sigur formaður í Pedagogfelagnum.