Vitjunartænastan virkar soleiðis, at Vitjunartænastan hjá kommununi, Heimarøktin ella onnur seta seg beinleiðis í samband við vitjunartænastuna hjá reyða Krossi við upplýsingum um fólk, sum tørva ein vin.
- Tað eru mong, sum eru einsamøll, mong teirra vita ikki um vitjunarvinirnar, og kanska heldur ikki hvønn tey skulu ringja til, siga tey hjá Reyða Krossi.
Tænastuni vantar fleiri, ið vilja átaka sær uppgávuna at verða vitjunarvinir.
Hevur hetta áhuga ber til at ringja til Eyrith hósdag fyrrapart á 319850 ella privat 313784 og 513784, ella til Marin á 314333 ella 212433.
Er onkur, ið ynskir sær vitjan, ber til eisini at ringja beinleiðis til Eyrith ella Marina.










