Mangla skip til hvalateljing

Náttúrugripasavnið sóknast nú eftir skipi, sum kann nýtast til hvalateljingarnar í summar

 

Í samband við at hvalateljingar verða í Norðurhøvum í summar, sóknast Náttúrugripasavnið eftir einum hóskandi skipi at leiga til endamálið í tíðarskeiðinum 29. juni til 3. august 2015. Tað skrivar stovnurin á heimasíðu sínari.

 

Krøv til skipið eru millum annað, at tað skal kunna sigla alt tíðarskeiðið uttan at bunkra ella taka vatn, kunna halda eina ferð uppá minst 10 míl og hava hóskandi stødd og koyggjupláss til 8 eygleiðarar frá Náttúrugripasavninum. Gjørligt skal somuleiðis vera at seta eina eygleiðaratunnu, 2 x 3 metrar, á brúgvartakið.

 

NASS (North Atlantic Sightings Surveys) hvalateljingarnar eru eitt samstarv millum limalondini í Norðuratlantisku nevndini fyri havsúgdjór NAMMCO, ið eru Grønland, Ísland, Noreg og Føroyar. Henda teljingin er tann sætta í røðini, síðan hesar teljingar vórðu settar í verk í 1987. Náttúrugripasavnið samskipar føroysku luttøkuna fyri Fiskimálaráðið. Endamálið er at meta um hvalastovnar, í Føroyum serliga grind, fyri at tryggja eina burðardygga veiðu og menning av stovnunum