Mangla pláss til campingvognar

200 campingvognar hava fingið pláss á Summar Festivalinum, men enn fleiri fólk vilja á festival við campingvogni, og tí verður nú arbeitt við at finna meira campingpláss.

 

Áhugin fyri at fáa pláss til campingvognar á Summar Festivalinum er metstórur. Umleið 200 húsvognar hava fingið pláss á útfyllingini á Sandinum og á økinum har á leið, og nú eru ikki fleiri pláss tøk.

 

Men framvegis eru tað húsvognar, sum vilja sleppa til Klaksvíkar á Summar Festivalinum, og Norðoya Kunningarstovu hevur gjørt bíðilista fyri húsvognar. Nú arbeiða tey, sum skipa fyri campingplássinum, við at fáa fleiri pláss, og ætlanin er at fáa nøkur pláss við fólkaskúlarnar, sum liggja í nánd av festivaløkinum.

 

- Tey, ið framvegis ikki hava teknað seg til campingpláss, kunnu boða Norðoya Kunningarstovu frá, siga fyrireikararnir av festivalinum.

 

Tað er ikki bert campingplássið, sum er útselt. Longu klokkan 10 mánadagin eftir Summar Festivalin í fjør, vóru øll summarhús og allar íbúðir í Klaksvík, sum verða leigað fólki umvegis Norðoya Kunningarstovu, umbiðin til festivalin í ár. Eisini gistingin á skúlunum, sum í ár er víðkað, er útseld, og nú standa 150 familjur á bíðalista til at fáa innivist.

 

Einasta tøku gistingarplássini í løtuni eru á nýggja tjaldøkinum, sum verður á Akursmørk. Pláss til tjøld kunnu bíleggjast á Norðoya Kunningarstovu.

 

- Áhugin fyri Summar Festivalin eru óvanliga stórur í ár, og tað fegnast vit um. Tað er sjálvandi ein avbjóðing fyri býin at hýsa øllum fólkunum, sum ætla sær á Summar Festival, men við góðum vilja gongur tað. Tíbetur hava nógv fólk møguleika at fáa innivist hjá familju og kenningum, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.